AB’arar til HB

Rógvi Poulsen, sum var ein av ungu argjamonnunum, ið veruliga gjørdi um seg í Formula-deildini í ár

Kviki vongurin, sum enn bert er 18 ár, gjørdi í fleiri dystum veruliga vart við seg, og eftir øllum at døma hevur hetta givið honum mót upp á meira Formula-bólt, hóast AB flutti niður. Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, váttar, at HB og Rógvi hava skrivað undir trý-ára sáttmála. Eisini hevur HB gjørt sáttmála við Pætur Jørgensen. Hann hevur sín uppruna í HB, men var seinnu kappingarhálvu í ár partur av AB-liðnum.