AB blandar seg í toppin

Útlendska álopsparið hjá AB stjól myndina, tá teir stóðu fyri teimum báðum fyrstu málunum í dystinum.

 

10 minuttir eftir steðgin fingu vertirnir hol á, tá Nikolai L. Eriksen breyt ígjøgnum í høgra borði. Danski áleyparin smoygdi sær framat baklinjuni, og tá hann legði flatt út frá til Søbstad, skuldi hesin bara stýra leðurkúluni í netið.

 

5 minuttir seinni - altso eftir 60 minuttum - vóru leiklutirnir býttir um, tá Søbstad sendi Eriksen avstað, og hann var ískaldur móti málverjanum.

 

Men eftir 64 minuttum minkaði Milan Pejcic um munin. Ricardo vann sær brotsspark, sum heimamenninir ikki vóru serliga væl nøgdir um, og Pejcic var ósvikaliga tryggur úr 11 metrum.

 

Dómarin legði sjey minuttir afturat vanligu leiktíðini, men hetta broytti einki um úrslitið, sum altso gjørdist ein 2-1 sigur til AB.