AB er komið nærri bjargingini

Trettanda umfar í Formula deildini bar við sær, at B36 ikki longur telist millum oddaliðini. Við sigri á heimavølli ímóti B36 tók AB seg nærri bjargingini. Tað gjørdi VB/Sumba eisini, tá ið suðuroyarliðið vann eitt stig á Skála. AB skoraði í yvirtíðini sigursmálið ímóti B36 við brotssparki.

Hjá KÍ versnaði støðan í botninum. Undan vikuskiftinum var KÍ á 8. plássi fimm stig frammanfyri bæði AB og VB/Sumba. Nú er KÍ bara tvey stig frammanfyri AB og fýra stig frammanfyri VB/Sumba.

EB/Streymur og NSÍ vunnu bæði í gjár. Tey eru oddalið, og nú er munurin frá teimum og aftur til B36 á 3. plássi trý stig.

 

13. umfar

EB/Streymur-KÍ 2-1 (2-0)

NSÍ-HB 1-0 (0-0)

AB-B36 2-1 (0-0)

GÍ-B71 3-2 (3-2)

Skála-VB/Sumba 1-1 (0-0)

 

Støðan

NSÍ 28 stig

EB/Streymur 28 stig

B36 25 stig

HB 20 stig

GÍ 19 stig

Skála 17 stig

B71 15 stig

KÍ 12 stig

AB 10 stig

VB/Sumba 8 stig

 

14. umfar

KÍ-HB mikudagin

VB/Sumba-NSÍ leygardagin

Skála-GÍ

B71-AB

B36-EB/Streymur

Tríggir teir síðstu dystirnir verða spældir sunnudagin.