Doris V. Rasmussen er nýggj forkvinna í Argja Bóltfelagi. Tað er staðfestingin, eftir at AB hevur havt eykaaðalfund í kvøld. Næstformaður er málverjin Heðin Stenberg. Hann er sonur fyrrverandi formannin, Tórálv Stenberg sála.
Les eisini: AB nýggjan formann: Eg havi ikki tíð
Á ársaðalfundinum hjá Argja Bóltfelag fyri tveimum vikum síðani eydnaðist ikki at manna nevndina. Tískil var kallað inn til eyka aðalfund, sum var í kvøld hóskvøldið 9. mars, við nevndarvali sum einasta punkt á skránni, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Hesaferð gekst frægari. Tríggir nýggir nevndarlimir vóru valdir, so starvsnevndin nú telur fýra fólk, umframt 2 tiltakslimir. Doris V. Rasmussen er tann einasta, sum heldur fram í nýggju nevndini.
Starvsnevndin hevur skipað seg soleiðis:
Doris V. Rasmussen, forkvinna.
Heðin Stenberg, næstformaður.
Jógvan Páll Hansen, kassameistari.
Ørvur Andreasen, skrivari.
Martin Dalsgarð, tiltakslimur.
Karstin Højgaard, tiltakslimur.