Tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan á Argjum 1-1. Og tað vóru teir á heimaliðnum, sum vóru vónbrotnir, tí inntil í evstu løtu vóru tað uppflytararnir, sum vóru á sigurskós og harvið vóru um reppið at vera teir fyrstu at koppa KÍ, síðani Magnus Powell næstsíðsta vetur tók við sum KÍ venjari.
Obule Sunday Moses skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki at skora 1-0 málið, tá ið hann var leysur mitt fyri málinum eftir fínt álop og innlegg, sum Luca Ørsted Thorstensen í høgru tók sær av.
AB spældi við stórum ágrýtni og sjálvsáliti, og inntil tað bara restaði ein løta, so megnaðu teir ofta at pressa favorittarnar frammarlaga á vøllinum.
KÍ hevur higartil í ár ikki verið í tí útgávuni, sum teir í fjør vunnu greipuna í. Og í kvøld var tað lítið sannførandi. Talan var um nógvar óneyvar sendingar, verjuspælið var ikki soleiðis, sum tað plagdi at vera, og so er tað øgiligur saknur, tá ið hvørki Patrik Johannesen ella Páll A. Klettskarð eru tøkir. Tað var væl minni broddur í fremstu røð, enn tað plagar at vera.
Og tá ið KÍ venjarin royndi seg við útskiftingum, so bæði eydnaðist og miseydnaðist tað. Hampus Nesstrøm hevði ilt við at fóta sær, men so var tað ein annar innskiftari, sum eftir 99 minuttir syrgdi fyri, at eitt stig er í viðførinum av Argjum og norður til Klaksvíkar.
Árni Frederiksberg átti innleggið úr høgru, og Deni Pavlovic, sum varð skiftur inn í álopið, toygdi seg og stýrdi við høvdinum bóltin framvið fína AB málverjanum og dygst inn við handara stólpa.
KÍ er saman við B36 næstfremst við 12 stigum, og AB er saman við HB á fjórða plássi við 10 stigum.
KÍ fer sunnudagin í Gundadal at spæla ímóti HB, og AB fær vitjan av B36.











