Innskiftararnir áttu avgerandi leiklutin

Eitt stórt korter undan leikloki skoraði Ragnar Samuelsen B36 sigursmálið, og tað var Gilli Samuelsen, sum átti uppleggið

Mynd: B36

Tað var ein góður túrur hjá B36 á Dungasandi í Sørvági í kvøld.

 

Í viðførinum aftur til Havnar er 1-0 sigur, og tá ið HB tapti í gjárkvøldið, og AB og KÍ í kvøld bara vunnu eitt stig, so tók B36 seg fram á heiðursmerkjapláss. Tað er bara málmunurin, ið er munurin millum KÍ, sum er næstfremst, og so B36.

 

B36 1-0 sigursmálið varð skorað í 73. minutti. Málskjútti var Ragnar Samuelsen, sum eftir innlegg úr høgru og úr stuttari fjarstøðu prikaði bóltin í málið. B36 gjørdi tvær skiftingar, tá ið ein tími var farin. Umframt Ragnar Samuelsen var Gilli Samuelsen skiftur inn, og tað var Gilli Samuelsen, sum átti innleggið úr høgru, ið bar sigursmálið við sær.

 

B36 er barndómsfelagið hjá bæði Gilla og Ragnari, men teir hava báðir eisini roynt seg í B68. Har var Ragnar í 2023 og 2024, og har var Gilli í 2022 og 2023. Nú eru teir aftur í B36, har teir eru við í stóru kappingini um plássini á besta liðnum.

 

Higartil í ár hevur Gilli verið við í tveimum landskappingardystum og dystinum um løgmanssteypið, og higartil í ár hevur Ragnar verið við í fimm landskappingardystum, og í kvøld skoraði hann fyri fyrstu ferð í ár.

 

Teir á heimaliðnum vístu góðan hugburð, og tað kundi havt koppað 07 Vestur til fyrimunar, tí heimaliðið spældi seg til góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson, sum í kvøld fór av vøllinum fyri fjórðu ferð í ár, uttan at mótstøðuliðið fekk bóltin í málið aftanfyri hann.

 

07 Vestur er á níggjunda plássi við trimum stigum.

 

Sunnudagin fer B36 at spæla á Argjum, og 07 Vestur fer at spæla við Margáir.

 

Mynd: B36