VIDEO: Olaf Bárðarson skoraði í sigri hjá Sandnes ULF

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Lyn Oslo-Sandnes ULF 0-2 (0-0)

Mynd: Sandnes ULF

Olaf Bárðarson var á vøllinum í 83 minuttir, og Gullbrandur í Horni Øregaard var á vøllinum í 76 minuttir, tá lið teirra, Sandnes ULF knógvaði fyrsta sigurin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Sandnes ULF vann á útivølli 2-0 á Lyn Oslo.

 

Olaf legði Sandnes á odda við einum flottum gjøgnumbrotsmáli, har hann setti verjuna hjá Lyn av. Hetta hendi í 64. minutti. Í yvirtíðini økti Ole Sundgot til 2-0.

 

Sandnes hevur trý stig fyri tríggjar dystir.

 

Eydnan var Sandnes blíð, tí í tveimum førum í dystinum í Oslo í kvøld rakti Lyn tvørstongina.

 

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Lyn Oslo-Sandnes ULF 0-2 (0-0):

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Sandnes ULF

Samansett mynd: Sandnes ULF