Málríkasti dysturin yvirhøvur higartil í hesum kappingarárinum var tað, tá ið AB í 2. umfari hevði vitjan av GÍ, og úrslitið varð 4-4. Eitt stig nyttar millum lítið og einki hjá AB hesa ferð. Um argjamenn skulu vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna, so er kravið full úrtøka serliga á heimavølli og ímóti teimum, sum eru niðarlaga á talvuni.
Hjá GÍ hevur gingið syndarliga illa nógvu tær seinastu ferðirnar. Lagið er eisini merkt av, at teir í Gøtu hava kent seg ikki at hava marginalirnar við í avgerandi løtum. Eftir tap fýra tær seinastu ferðirnar og 1-4 sekkir ímóti bæði ímóti HB og EB/Streymi er støðan vorðin so mikið hættislig, at tað helst skal stig á kontina á Argjum, um talan ikki skal gerast um í endaspurtinum at renna undan niðurflytingini.