AB skal taka annað skinn um bak

Víkingarnir hava fingið ein góðan spælara og mist ein góðan spælara

Dagsskráirnar eru ymiskar, men felags er, at trýstið er stórt, tá ið AB seinnapartin fer at vitja í Sarpugerði.

Hjá Víkingi snýr tað seg um at hanga í, so fjarstøðan fram til oddaliðið ikki verður størri, og hjá AB snýr tað seg um at skava stig saman, so fjarstøðan fram til áttanda plássið verður minni og harvið fyritreytin betri at sleppa undan niðurflyting.

 

-Vit hava eitt gott lið, og við rætta hugburðinum kunnu vit røkka langt, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze, sum hevur fingið sínar menn at gloyma vónbrotið, ið tað var, tá ið Víkingur ikki megnaði at spæla seg víðari í europeisku kappingini.

Vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Í høgru skal nýggjur vongverji finnast, tí landsliðsspælarin Bárður J. Hansen er fluttur niður til Danmarkar og Fremad Amager.

 

Tá ið Víkingur fyri einum fjórðingsári síðani var á Argjum, endaði tað 2-2. Víkingur var tvær ferðir á odda, men við síðsta sparkinum av øllum javnaði innskifti Árni G. Nielsen fyri AB.

 

Sammett við fyri summarsteðgin hava nógvir gamlir kenningar verið við í fyrireikingunum á Argjum. Onkrir eru ikki tøkir orsaka av skaðum og leikbannum, og AB venjarin sær við stórum álvara upp á uppgávuna:

-Í síðsta dystinum fyri summarsteðgin taptu vit 5-1 í Klaksvík. Tað er einasta ferðin, at vit hava tapt við meiri enn einum máli. Tað brennur undir lokinum, og nú vóna vit, at spælararnir í Sarpugerði fara at vísa, at hetta er eitt heilt annað lið enn tað, sum tapti stórt í Klaksvík, sigur Trygvi Mortensen.

Verjuspælararnr Andri Freyr Björnsson og Gunnar Haraldsen eru framvegis langtíðarskaddir. Álopsspælarin Karstin Højgaard er skaddur, og Símun Samuelsen er leikbannaður.