AB styrkir álopspartin

AB fer í kvøld at styrkja um hópin við enn einum framrættaðum leikara

AB er eitt av feløgunum í Effo-deildini, ið hevur mist fleiri leikarar til komandi kappingarár. Tað er serliga í framrættaða partinum av vøllinum av flest leikarar eru farnir burturav. Jógvan Skeel Nolsøe spælir komandi kappingarár við B36, Kristin Restorff Mouritsen eftir øllum at døma við HB, Jobin Drangastein við Víkingi, meðan Rógvi Poulsen og Dion Splidt búgva í Danmark, har teir eru undir lestri.

 

AB hevur styrkt seg við einum framrættaðum leikara til komandi kappingarár í Rasmusi Dan Sørensen, men sambært keldum hjá Miðlahúsinum er tann næsti styrkurin væl á veg.

 

Sum skilst verður sáttmáli undirskrivaður í kvøld við Høgna Midjord, sum farna kappingarár spældi við B71, og sum annars hevur umboða fleiri feløg í bestu føroysku deildini.

 

Høgni Midjord, ið er 24 ára gamal, er skrásettur fyri 119 dystir í fremstu føroysku deildini. Hann umboðaði í ár barndómsfelagið B71, men hevur áður umboða Skála, B36, FC Suðuroy og HB.