AB við styrktum sjálvsáliti til Klaksvíkar

Hóast úrtøkan hevur verið soltin, so hava teir í AB alla tíðina sagt, at teir rokna við, at argjamenn eisini næsta ár verður í bestu deildini. Fyri tveimum vikum síðani glapp, tá ið AB á heimavølli vann sannførandi 3-1 sigur ímóti Víkingi.

 

Fleiri spælarar hava verið skaddir, men nú eru teir flestu komnir fyri seg. Keita er væl upplagdur, nú tað er vorðið summar, Dion Splidt er stinnur á miðvøllinum, Rógvi Poulsen hevur funnið gamla stevið aftur, og Sorin Anghel er knútapunktið á miðvøllinum.

 

Í dag fer KÍ at royna seg fyrstu ferð síðani venjaraskiftið mikukvøldið. Eyðun Klakstein og Pauli Poulsen hava tvær ferðir vant saman við liðnum.

 

-Hetta verður torført. AB spælararnir eru betri, enn støðutalvan vísir, men hjá okkum ræður um at venda gongdini. Eftir heimadystin ímóti AB bíða tríggir torførir útidystir ímóti toppliðunum EB/Streymi, ÍF og HB. Tí hevði verið kærkomið at lagt fyri við fullari úrtøku á heimavølli ímóti AB, sigur nýggir KÍ venjarin.

Allir KÍ spælararnir eru tøkir. Tað er stór kapping um plássini, men sambært venjaranum vera tað ikki stórvegis broytingar á liðnum ídag.

 

KÍ hevur spælt seks heimadystir higartil í ár, og bara tvær ferðir hevur tað eydnast at vinna fulla úrtøku. Tríggjar ferðir er tað endað javnt. 1. apríl vann KÍ 3-1 á Argjum.

 

KÍ-AB: Alex Troleis kl. 15.00