Absalon við tveimum nýggjum myndakalendarum fyri 1999

Ein kalendari at hanga á veggin og ein at seta á borðið. Hetta er tað, sum Absalon Hansen, myndamaður nú roynir seg við

Absalon hevur áður gjørt seg galdandi innan nógv ymisk øki. Oftast tó í sambandi við ítrótt. Millum annað innan fótbólt, renning, súkling og bogaskjóting. Men eisini sum myndatakari hevur hann víst sínar dygdir. Og nú gevur hann út ikki minni enn tveir myndakalendarar fyri 1999.

Fyrri kalendarin er at hanga á veggin. Hann líkist nakað honum, sum Absalon í fjør gav út saman við øðrum. Hann er tó snøggaður nakað og er breiðari í mun til hæddina.

Hin kalendarin er nýbrótandi í føroyskum høpi. Hann er í cd-stødd og liggur inni í einum cd-húsa. Tá ið húsin verður opnaður heilt upp, stendur hann á borðinum og blaðað verður við at taka hvørt blað og leggja tey afturum.


Náttúran, landslag og djór

Sjálvt um báðir myndakalendarnir eita »Føroyar 1999« eru ikki somu myndirnar í báðum kalendarunum. Myndirnar umboða tær ymisku árstíðirnar og er tað serliga miðstaðarøkið, sum er mest avmyndað. Onnur øki í landinum eru tó eisini nakað umboðað. Serliga er tað náttúran og landsløg, sum eru avmyndað. Djór í Føroyum síggjast eisini á fleiri av myndunum - serliga á tí minna kalendarinum.

Størri kalendarin er bara á føroyskum, meðan tann minni eisini er á donskum og enskum. Minni kalendarin hevur tí heldur ikki avmerkt teir ymisku halgi- og frídagarnar - nevnliga fyri at hann skal kunna nýtast í ymiskum londum.

Myndakalendarnir fáast til keyps í Tórshavn í dag og aðrastaðni um landið ein av fyrstu døgunum. Kalendarnir kosta 65 krónur pr. stk.