AC Horsens ikki ráð at testa Hall Hansson

Superligan: AC Horsens og Hallur Hansson hava ikki ráð at spæla venjingardystir

Um hálva aðru viku byrjar Superligan aftur. AC Horsens og Hallur Hansson skulu spæla móti FC Midtjylland, men AC Horsens hevur ikki ráð at spæla venjingardystir undan fyrsta dystinum undan koronasteðginum.

Orsøkin er, at tað er so dýrt at testa hópin fyri Covid-19 koronasmittuna. Tað kemur at kosta millum 50.000 til 80.000 krónur at testa allan hópin. Sambært Horsens Folkeblad heldur venjarin, Bo Henriksen, at tað er ov dýrt. Í staðin mugu AC Horsens og Hallur Hansson klára seg við at spæla innanhýsis venjingardystir.

- Vit kunnu altíð kjakast um hvussu stóran ágóðan tú fær av at spæla venjingardystir. Fyrstu dystirnir í Superliguni koma at vísa, um vit hava tikið røttu avgerðina, sigur Bo Henriksen.

AC Horsens hevur tveir torførar dystir at byrja við. Fyrst er AC Horsens á vitjan hjá FC Midtjylland, áðrenn Brøndby IF kemur á vitjan. AC Horsens er eisini í hálvfinaluni í steypakappingini, har liðið skal spæla tveir ferðir móti Sønderjyske.