AC Horsens mátti lúta fyri Viborg á heimavølli

AC Horsens er nummar seks í deildini

Adrian R. Justinussen var við frá dystarbyrjan, tá AC Horsens á heimavølli tók ímóti Viborg FF í dysti í donsku superliguni.

 

Viborg vann dystin 3-2. Í steðginum var útiliðið á odda 2-0. Kelvin Ehibhatiomhan fekk spenning í dystin aftur, tá tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Bert átta minuttir seinni økti Viborg til 3-1. Í 71. minutti minkaði Ivan Miličević um munin til 2-3 við einum kanónskoti, men nærri kom heimaliðið ikki einum stigi.

 

Adrian fekk 72 minuttir á vøllinum í kvøld. Fyri leikliga avrikið í kvøld fær Adrian karakterin: 6,6 (av 10 møguligum) frá Sofascore. Frá Soccerstand fær Adrian karakterin: 6,3.

 

AC Horsens er á sætta plássinum, har teir hava sjey stig fyri seks dystir.

 

Týsdagin klokkan 17 spælir AC Horsens dyst á útivølli í donsku steypakappingini. Mótstøðuliðið verður Lyseng. Lyseng spælir í fimtubestu deildini, Danmarksseriuni.