Toppdystur var í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum á ovara vølli í Gundadali í kvøld.
Undan dystinum var heimaliðið, HB fremst við 38 stigum og KÍ hevði 37 stig.
Nú er KÍ fremst við 40 stigum.
KÍ vann stórsigur 4-0 á HB. Longu tá 31 minuttir vóru leiktir var KÍ á odda 2-0.
Sambært dystir.fo vístu hagtølini: royndir innanfyri málrammuna 9-0 til KÍ.
HB-KÍ 0-4 (0-2)
0-1 Maria Vinjardsdóttir Johansen (18.)
0-2 Durita Hummeland (29.)
0-3 Sanna Svarvadal (51.)
0-4 Durita Hummeland (67.)
Kelda: dystir.fo
Í morgin klokkan 12.30 spæla Víkingur og Skála ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu. Víkingur hevur 24 stig, meðan Skála ÍF hevur 11 stig.











