Hanus Sørensen og liðfelagarnir í NK Aluminij Kidričevo megnaðu ikki í heimadysti í bestu slovensku fótbóltsdeildini at fremja tað NSÍ framdi í Conferencen League undankappingini 30. juli.
Liðið sum NSÍ sendi úr Conference League, FC Koper vann á útivølli 1-0 á NK Aluminij í kvøld. Sigursmálið var skotið tíðliga í seinni hálvleiki.
Hanus og liðfelagarnir høvdu bóltin nærum líka nógv sum Koper, og teir høvdu eisini líka nógvar royndir innanfyri málrammuna. Men Koper var neyvari og fór við øllum.
Hanus fekk fulla spælitíð í kvøld.
NK Aluminij Kidričevo er fjórðfremst í deildini við átta stigum. Fremst í deildini eru Maribor og Koper við 12 stigum hvør.
Komandi mikukvøld klokkan 19 hevur NK Aluminij Kidričevo dyst á útivølli móti Celje.











