Í morgin klokkan 15 møtast liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Óla Mittún, Skanderborg-Aarhus og GOG í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Bæði liðini løgdu fyri í kappingini við sigrum í fyrsta leikumfarinum. Skanderborg-Aarhus vann á heimavølli 40-34 á TMS Ringsted, og GOG vann á heimavølli 35-29 á Skjern.
Dysturin í Djurslands Bank Arena millum Skanderborg-Aarhus og GOG verður vístur beinleiðis á TV2, og fara nógvir føroyingar uttan iva at fylgja við dystinum.











