AC Horsens og Hillerød leiktu bæði javnt

Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens liggja á einum uppflytingarplássi

Tvey føroyingalið vóru í leiki í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum endaði tað við javnleiki 1-1 á heimavølli.

 

Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens bjargaðu sær eitt stig heilt móti dystarenda í dysti móti Hvidovre, tá Ivan Milicevic bjargaði heimaliðnum eitt stig.

 

Hvidovre skoraði átta minuttir undan steðginum. 

 

Poul Kallsberg kom á vøllin í 67. minutti, tá Hillerød á heimavølli leikti 1-1 móti Esbjerg. Útiliðið legði seg á í 57. minutti. 13 minuttir seinni javnaði Frederik Heiselberg til 1-1.

 

Lyngby er langt fremst við 60 stigum, og teir hava vunnið ovara endaspælið. AC Horsens er næstfremst við 48 stigum, og Hillerød er nummar trý við 47 stigum. Hvidovre og Esbjerg hava 46 stig hvør. Kolding er aftast við 35 stigum. 

 

Tvey umfør eru eftir at leika. Annan hvítusunnudag klokkan 12 spælir Hillerød dyst á útivølli í Kolding. Sama dag klokkan 17 spælir Horsens dyst á útivølli móti Lyngby.