Bíbliuskúlin Keldan gongur nýggjar leiðir

Tað er við takksemi og spenningi, at Bíbliuskúlin Keldan (BSK) fer at byrja ein nýggjan kapittul í søgu skúlans.

Tíðindaskriv:

 

Skúlin verður umskipaður til ein dagskúla í níggju mánaðir. Við hesum gongur BSK nýggjar leiðir. 

 

Síðan skúlin varð stovnaður í 2021, hava skeið verið hildin um kvøldið og leygardagar.  

 

Hesi fimm árini hava 275 ymiskir luttakarar tikið eitt ella fleiri skeið á BSK. 27 skeið eru hildin. 17 undirvísarar hava undirvíst. Luttakarar hava verið úr 29 samkomum og kirkjum, og 28 bygdir og býir hava verið umboðað.

 

Í dag endaði seinasta skeiðið eftir gamla leistinum, ið var skeið nr. 27. Tað var tí ein søgulig løta í Kelduni í dag, har ein kapittul endaði og sjálvboðin starvsfólk hjá BSK vórðu heiðrað fyri trúfesti og dygdargott arbeiði.  

 

Um søguligu broytingina hjá BSK sigur skúlaleiðarin, Búgvi V. Olsen:

 

“Vit eru sera takksom fyri tað, sum Gud hevur gjørt ígjøgnum BSK hesi árini, og vit gleða okkum til at taka næsta stigið. Við dagskúlanum ynskja vit at geva næmingum enn betri møguleika at vaksa í trúnni, at leggja eina góða grund og mennast í tænastu í samkomum og í samfelagnum.”

 

Dagskúlin byrjar 1. september í ár og endar 28. mai í 2027. Undirvísingin verður fyrrapartar gerandisdagar. Sostatt ber til at ganga á BSK fyrrapartar og arbeiða seinnapartar.

 

Á leið 30 ymisk skeið eru á skrá í skúlaárinum. Eittnú Guds persónleiki, Bíblian, Gamla og Nýggja testamenti, leiðsla, vekingarsøga, bøn, kristin heimsáskoðan. Flestu skeiðini eru 14 undirvísingartímar.

 

Málbólkurin eru øll trúgvandi í Føroyum, sum ynskja at vaksa andaliga og tæna í Guds ríki, í samkomum, kirkjum og úti í samfelagnum. 

 

Ein týðandi partur av skúlaárinum er missiónsferð til býir í Evropa, har næmingar fara út at tæna og boða gleðiboðskapin. Eisini verður túrur til Ísrael partur av skúlanum. 

 

Tað er samkoman Keldan, sum hevur stovnað skúlan og hevur ábyrgdina av honum. Skúlin heldur til í sera góðum umstøðum í Kelduni í Skálafirði. BSK hevur atgongd til góð undirvísingarhøli, kaféteriu, bókasavn og hugnalig upphaldsstøð.

 

Freistin at senda umsókn er 1. august.

 

Les meira um BSK, skeiðini, kostnað v.m. her.

 

Søkt verður um upptøku her.

 


Bíbliuskúlin Keldan