Noel Gallagher er kendur fyri at verða provokerandi og erligur, og nú leggur hann seg eftir Adele.
Hann er vísur í, at Adele skjótt er ein farin tíð.
- Eg haldi tað er synd í kvinnunum í tónleikaheiminum, tí tær allar hava eina stutta karrieru. Tað fer eisini at henda við Adele, sigur Noel Gallagher við Mail On Sunday.
Men tað er ikki einans Adele, sum Gallagher legst eftir.
Hann sigur eisini, at Twitter oyðileggur ungdómin í dag. Hann heldur, at ung fólk lata vera við at leita til listina, tí tey kunnu bara skriva tað sum tey hugsa á Twitter.
Hann vísir á, at uppreistrarnir, sum hava verið í Bretlandi seinastu tíðina, einans eru komnir av Twitter. Eitt nú tá ið ein ungur maður var bankaður av løgregluni og fólkið gjørdi uppreistur, tá ið tey sóu videoupptøkurnar á Twitter.
- Í Sýrialandi og Egyptalandi berjast fólk fyri frælsi. Tey ungu í Bretlandi berjast fyri draktir at venja í. Eg skammist av at vera frá Manchester, sigur hann.