Adele hevur vunnið enn eina heiðursløn við fløguni 21, nevniliga mest seljandi fløga í Stóra Bretlandi, sum áður var fløgan hjá Amy Winehouse, Back to Black.
Seinna fløgan hjá songkvinnuni er nú keypt 3.4 milliónir ferðir í Stóra Bretlandi, og harvið yvirhálar Adele sína fyrimynd, Amy Winehouse, sum hevur selt 3.3. milliónir eintøk av Back to Black, sum var tann best umtókta fløgan í Stóra Bretlandi seinastu 10 árini.
Heiðurslønin hjá Adele gerst enn meira imponerandi, tá ið hugsað verður um, at 21 kom á marknðin í januar í ár, meðan Back to Black kom á marknaðin í oktober 2006.
21 er haraftrat tann mest keypta fløgan í heiminum í 2011, og hevur selt yvir 12 milliónir eintøk.
Adele arbeiðir júst nú við Live at The Royal Albert Hall, meðan tey avvarðandi hjá Amy Winehouse júst hava almannakunngjørt fløguna Lioness: Hidden Treasures.
Hetta veit eb.dk í dag.