Advokatur: Politikarar eru óhugnaliga dýrir

– Ein arbeiðari skal arbeiða yvir millum fimm og seks tímar um dagin – hvønn einasta dag – fyri at fáa tað í løn, sum Annfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard fáa pensjón

– Ein arbeiðari skal arbeiða yvir millum fimm og seks tímar um dagin – hvønn einasta dag – fyri at fáa tað í løn, sum Annfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard fáa pensjón

Fyri hvørt valskeið skulu almennu kassarnir bløða fyri heilar 55,5 milliónir krónur bara í eftirlønum til eitt landsstýrið.

Tað skrivar Bjørn á Heygum, advokatur, í tíðargrein í Sosialinum í dag.

Bjørn á Heygum vísir á, at tað soleiðis ikki skulu serliga nógv valskeið til, fyri at føroyski skattaborgarin skal rinda fleiri hundrað milliónir í eftirlønum bert til fyrrverandi landsstýrismenn.

– Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard ganga í dag og dusa sær við eini eftirløn upp á 35.112 krónur um mánaðin, svarandi til 421.344 krónur um árið, og fleiri aðrir síggja fram til at kunna njóta sama góða lív upp á skattaborgarans rokning næstkomandi árini, sigur Bjørn á Heygum.

– Út frá miðallivialdrinum roknaður til 81 ár, fáa teir sostatt hvør sær útgoldið 8.848.224 krónur úr landskassanum bara í pensión frá tí teir fingu pensión sum 60 ára gamlir, sigur hann.

Hann vísir á, at gera vit eina samanbering við ein vanligan arbeiðara, hvørs grundløn er 115 kronur og 64 oyru, um tíman, so hevur hesin ongan livandi møguleika fyri at forvinna sær eina inntøku, sum bara kemur í námind av hesum marglætispensionistunum, sum nú ganga og driva runt fyri almenna rokning.

– Um ein arbeiðari við galdandi sáttmálaløn enntá roynir at stríðast og strevast hvønn ein einasta dag, og vit siga at effektiva arbeiðstíðin er 220 dagar í árinum á 8 tímar við eini grundløn upp á 115 krónur um tíman pr. tíma, so røkkur hansara løn upp á bert uppá góðar 200.000 krónur.

– Skal arbeiðsmaðurin røkka somu løn um árið, sum uppilagsti politikarin upp á 421.344 krónur, so skal hann umframt vanligu 8 tímarnar taka yvirtíð upp á millum 5 og 6 tímar, hvønn einasta dag, bara fyri at koma upp á somu løn, sum hesir fyrrverandi  løgmenn, sum nú ganga og mala fyri onki.

TRÝSTIÐ HER fyri at lesa tíðargreinina hjá Bjørn á Heygum, sum stendur í Sosialinum í dag