Í morgin verður minnisvarðin í Æðuvík avdúkaður.
Hetta er í sambandi við, at Æðuvík verður 100 ár.
Aftan á avdúkingina letur upp framsýning um Æðuvík, sum Bygdasavnið Forni hevur gjørt. Framsýningin verður í Missiónshúsinum, sum stendur við minnisvarðan.
Tiltakið við minnisvarðan í Æðuvík verður í morgin klokkan 14.00