Ætlanin er framvegis at bjarga vrakinum av Hellutanga, sum fór til botn vesturi á Víkum eftir óveður fyri einum góðum ári síðani.
Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvismálum. Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu líður arbeiðnum at fáa vrakið av Hellutanga burtur, eftir at hann fór til botns vesturi á Víkum fyri einum ári síðani.
Magnus Rasmussen sigur, at tað hevur stóran týdning, at ruddað verður upp eftir óhapp. Tí hevur Umhvørvisstovan havt regluligt samband við Luna, sum átti Hellutanga. Luna hevur gjørt greitt, at ætlanin var fáa vrakið upp aftur. Fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa vrakið av Víkum í fjør summar.
– Viðurskiftini á Víkum gera, at tað einans ber til at arbeiða við hesum í summarhálvuni, tá ið veðrið er til vildar. Luna hevur gjørt kanningar á Víkum í vár, og í næstum fara Luna og Umhvørvisstovan at umrøða.
– Í løtuni eru ongar ætlanir um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp, sigur landsstýrismaðurin.
Tað verður ikki mett, at Hellutangi fer at hava serligar avleiðingar fyri havumhvørvið. Hellutangi hevði lítið ella einki av olju og øðrum dálkandi evnum umborð. Ei heldur er Hellutangi til ampa fyri eitt nú fiskiskap og skipaferðslu.
– Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at friða økið á Víkum ella at lýsa tað sum tjóðargarð. Eisini skal havast í huga, at hóast óhappið við Hellutanga, hevur Luna aliloyvi á Víkum, sigur landsstýrismaðurin.