Ætlar at byggja Hotell í Nólsoy

Býráðið fer nú at viðgera um stigtakarin skal fáa byggiloyvi

Ætlanin er nú at byggja nýtt Hotell í Nólsoy. Tað er Bjarti Thomsen í Nólsoy, sum hevur søkt Tórshavnar býráð um eitt stykki at byggja hottell á.

Ætlanin er at byggja hotellið syðst á stykkinum, matrikkulnummar 129a, sum er víst við gulum á myndini, beint niðan av gamla flakavirkinum í bygdini.

Og nú fer býráðið at viðgera umsóknina, um at seta eitt øki av til hotellbygging í Nólsoy.

 

Men áðrenn nakað kann byggjast, skal byggisamtyktin broytast, tí sum støðan er nú, er einki øki í Nólsoy sett av til slít endamál.

 

Og verður niðurstøðan í býráðnum tann, at byggiloyvið skal latast, fer umsitingin hjá býráðnum at taka stig til at broyta byggisamtyktina.

 

Afturfyri at lata stykki, skal býráðið hava eitt annað stykki hjá umsøkjaranum í býti. Tað er grannastykki, sum er matrikkulnummar 129b.