Fær flokkurin reinan meiriluta, kann hann fyri fyrstu ferð fáa valdið í einum týskum landsparti.
Eitt søguligt val kann vera á veg í Týsklandi í dag.
Veljararnir í Sachsen-Anhalt fara á val, og veljarakanningarnar vísa stóran sigur til høgravenda Alternative für Deutschland, AfD.
Flokkurin stendur til meira enn 40 prosent av atkvøðunum. Fær AfD reinan meiriluta, kann flokkurin fyri fyrstu ferð í sínari søgu fáa valdið í einum týskum samlandi.
Tað hevði samstundis verið fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein flokkur ytst á høgraveinginum kemur til valdið í einum týskum landsparti, skrivar týska tíðindastovan dpa.
Langt er niður til næststørsta flokkin. Konservativi CDU, sum í løtuni stendur á odda fyri eini samgongu millum tríggjar flokkar í Sachsen-Anhalt, stendur sambært kanningunum til umleið 23 prosent.
Sachsen-Anhalt liggur í eystara parti av Týsklandi og hevur góðar 2,1 milliónir íbúgvar.
»Vandamiklasti maður Týsklands«
Á odda fyri AfD í Sachsen-Anhalt stendur 35 ára gamli Ulrich Siegmund.
Í august varð hann av týska tíðarritinum Der Spiegel nevndur »vandamiklasti maður Týsklands«.
AfD er atfinningarsamt mótvegis innflytarum og ES, leggur dent á siðbundin týsk virði og ynskir eitt betri samband við Russland.
Ulrich Siegmund hevur sagt, at allir óregluligir tilflytarar skulu vísast úr landinum »frá fyrsta minutti«, um AfD fær valdið í Sachsen-Anhalt.
Hann vil eisini banna ælabogafløggum í skúlum. Í staðin skal týska flaggið veittra við almennar skúlar.
Í Sachsen-Anhalt og fýra øðrum týskum landspørtum er AfD flokkað sum ein »høgraekstremistiskur felagsskapur« av týsku innanlands fregnartænastuni, sambært dpa.
Hinir flokkarnir siga nei
Framgongdin hjá AfD kemur hóast ávaringar frá bæði hinum flokkunum og týska samveldiskanslaranum Friedrich Merz úr CDU.
Hinir flokkarnir hava higartil sýtt fyri at samstarva við AfD. Hesin politikkurin verður í Týsklandi nevndur Brandmauer – brandmúrurin.
Ein stórur AfD-sigur í dag fer tí eisini at økja trýstið á hinar flokkarnar og teirra politikk um at halda AfD uttan fyri politiska ávirkan bæði í landspørtum og á samveldisstigi.
AfD varð stovnaður í 2013. Á týska samveldisvalinum í 2025 gjørdist flokkurin næststørstur við góðum 20 prosentum av atkvøðunum. Tað var umleið tvífalt so nógv sum á valinum í 2021.
Kelda: Ritzau/dpa











