Kanna møguligt harðskapsmál í Fuglafirði

Fólk hava verið í hornatøkum í Fuglafirði, og ein persónur hevur fingið skaða. Løgreglan kannar nú, um talan er um eitt harðskapsmál.

Løgreglan hevur eitt mál úr Fuglafirði, sum skal kannast nærri eftir Mentanardagarnar.

 

Fólk hava verið í hornatøkum, og í tí sambandi hevur ein persónur fingið skaða.

 

Løgreglan skal nú fáa greiðu á, hvat nágreiniliga er hent, og um grundarlag er fyri at viðgera hendingina sum eitt harðskapsmál.

 

Millum annað verður kannað, um upptøkur eru av hendingini, sum kunnu hjálpa løgregluni at lýsa málið.

 

Annars vóru nógv fólk í býnum bæði í Fuglafirði, Klaksvík og Havn um vikuskiftið. Í Havn hevði løgreglan fleiri ferðir samband við uppøst fólk, men tað eydnaðist at fáa tey sissað, áðrenn meira spurdist burturúr.

 

Eisini var onkur fullur persónur koyrdur til hús.