Tey, ið fingu heiðurin at byrja framførslurnar á stóra pallinum á sandinum, var danski bólkurin Afenginn. Við sær høvdu teir føroyska útisetakórið í Danmark, Mpiri.
Talan var ikki um ein fullsettan sand. Tíverri. Samanspælið millum vakra violin- og klarinettónleikin og ógvuliga dugnaligu føroysku sangararnar var ótrúliga gott. Tað svingaði millum at vera friðarligt og atmosferiskt til at vera meira klezmersligt, har fólk fingu hugin at dansa til tónarnar.
Veðrið hevur verið gott í kvøld, so tey fólkini, ið valdu at koma oman á sandin at lurta eftir Afenginn og Mpiri, fingu eina inniliga og góða uppliving, ið ov fá fingu lut í.