Føroyska deildin hjá AFS hevði í seinastu viku kunnandi fund um møguleikarnar hjá ungum at fara til onnur lond at lesa ígjøgnum AFS, og ikki minst um tørvin á føroyskum familjum at bjóða seg fram at hýsa útlendskum AFS-skiftisnæmingum.
Ein av føroysku familjunum, sum í løtuni hevur ein skiftisnæming búgvandi, eru Rannvá og Leivur Harryson og dóttir teirra Hjørdis. Tey hava nú í skjótt eitt ár havt eina eyka dóttir búgvandi, Lisu-Mariu Wimmer úr Eysturríki.
- Øll trý børn okkara hava verið við AFS í USA, tá ið tey vóru liðug við 9. flokk. Og fyritreytin fyri at AFS skipanin kann virka er, at familjur bjóða seg fram, tí var tað nattúrligt, at vit eisini tóku lut, sigur Leivur Harryson.
Í 2000 kom Evan úr USA at búgva hjá teimum, og í ár hava tey havt Lisu-Mariu úr Eysturríki búgvandi.
- Um vit sum føroyingar ikki vilja taka okkara part, kunnu vit ikki vænta at børn okkara framhaldandi sleppa at vera partur av AFS skipanini, heldur Leivur Harryson.
Og hann sær onga grund til, at fólk halda seg aftur. Skiftisnæmingurin skal ikki vartast upp sum gestur ella ferðandi, men veit at hann skal laga seg til familjuna og samfelagið.
- Og man fær nógv burturúr eisini. Vit koma at kenna fólk úr øðrum samfeløgum og mentanum, og so læra vit eisini nógv um okkara egna land, tí vit síggja tað við øðrum eygum, staðfestir Leivur Harryson.
Bara tað er hjartarúm
Tá ið ein familja tekur ímóti einum AFS skiftisnæmingi, verður tann ungi persónurin partur av familjuni og fær sítt egna aktiva lív í samfelagnum. Hann ella hon gongur í skúla, hevur frítíðarítriv og finnur sínar egnu vinir.
- Tey eru somikið búgvin, at tey duga at passa seg sjálvan, og tað er ikki okkara uppgáva sum vertsfamilja at uppdraga tey, sigur Leivur Harryson.
- Kanska tí hevur tað eisini gingið so gott. Vit góðtóku Evan og Lisu, sum tey eru. Tey eru fitt og fyrikomandi, sum flest onnnur ung fólk.
- Krøvini til familjuna eru ikki strong. Tað snýr seg ikki um at vera peningaliga væl fyri, hava stór hús ella vera serliga væl vitandi um føroyska mentan. Tað, sum hevur alt at siga, er, at tað er hjartarúm, og at øll í familjuni eru við uppá tað, leggur Leivur Harryson áherslu á og nevnir sum dømi, at hvørgin av synunum, sum vóru skiftisnæmingar í USA, fekk sítt egna kamar.
- Teir høvdu kamar saman við syni í familjuni, har teir komu. Men tað gjørdi einki. Teir høvdu tað gott, og har var hjartarúm fyri teimum.
Trygdarnet við AFS
Skiftisnæmingarnir hava eisini eitt trygdarnet við AFS felagsskapinum, sum hevur nevnd, hjálparfólk og kontaktpersónar í Føroyum. Hesi skipa fyri, at næmingarnir sleppa at búgva styttri tíðarskeið hjá aðrari familju og skipa eisini fyri felagslegum fyri skiftisnæmingunum.
- Ein familja stendur ongantíð einsamøll við einum AFS-skiftisnæmingi. AFS er ein væl virkandi felagssskapur við nógvum røskum fólkum, sum fylgja væl við og hjálpa og stuðla á nógvan hátt, sigur Leivur Harryson.
Um trupulleikar stinga seg upp, er tað eisini AFS, sum tekur um endan, og passa næmingur og familja ikki saman, ber eisini til at skifta familju.