TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við málverjan hjá Skála, Andras Gango aftaná Andras og liðfelagarnir høvdu spælt javnleik 1-1 ímóti 07 Vestur vesturi í Sørvági í dag.
Tá Pætur Dam Jacobsen setti brotssparkið inn fyri Skála til støðuna 1-1 í seinna hálvleiki var talan um fyrsta málið hjá Skála í effodeildini í ár. 524 minuttir gingu áðrenn Skála fekk eitt mál, men Andras Gango staðfestir, at tað hevur ikki nervað hann tað minsta, hóast hann hevur fingið nakrar viðmerkingar um tað.
Við støðuna 1-1 hevði Andras Gango heldur fokus á, at Skála skuldi fáa sigurin heim, og nú ætlar hann, at fyrsti sigurin skal koma ímóti NSÍ á útivølli í komandi umfarinum.