Aftur ein donsk bankaleiðsla meldað

Fíggjareftirlitið hevur nú meldað fleiri av teimum, sum sótu í leiðsluni í Amagerbankanum, tá hann fór av knóranum í 2011.

Jens Madsen, leiðari fyri bakmanspolitinum, sigur við danska kringvarpið, at talan er um 11 fólk. Teirra millum eru fyrrverandi forstjórin Jørgen Brændstrup, øll nevndin og sakførari bankans. Tey eru ákærd fyri at hava latið standa til, tá Amagerbankin misti knappar 400 milliónir krónur í 2009 og 2010 orsakað av spekulasjón í sveisiskum frankum.

Í løtuni viðger rætturin í Hjørring eitt mál ímóti fyrrverandi leiðsluni í EBH-bankanum. Harumframt hevur fíggjareftirlitið meldað leiðsluna í Capinordic og leiðsluna í Roskilde Bank. Danska kringvarpið sigur, at fyrrverandi leiðslurnar í Eik Bank og Tønder Bank kunnu eisini vænta at verða meldaðar til bakmanspolitiið.