1. deild menn
Í gjárkvøldið vandu toftamenn á grasvøllinum. Teir fyrireika seg nú til Intertoto Cup dystin, sum er á skránni leygardagin klokkan 17, tá B68 á grasinum á Svangaskarði fer at taka ímóti belgiska Lokeren.
Síðsta undanroyndin hjá B68 var mikukvøldið. Tá vóru toftamenn í Miðvági fyri at fáa dystin í sjeynda umfarinum, sum annars skuldi veri spældur í morgin, avgreiddan.
Og talan var ikki um annað enn um avgreiðsluspurning. Heimaliðið er í svárum trupulleikum, og tá so B68 vísti ein heilt ørðvísi hugburð, enn teir gjørdu, tá B36 vitjaði á Svangaskarði sunnudagin, so var tað ikki so undarligt, at talan gjørdist um stórsigur til gestirnar. B68 vann 6?1, og harvið fingu teir bøtt um málmunin, sum ikki hevur verið nakað serligur.
Góðar fyritreytir
fyri størri sigri
Tølini siga, at munurin var stórur. Um B68 í 2. hálvleiki hevði lagt somu orku í, sum teir gjørdu í fyrra umfarinum, so kundi sigurin ivaleyst verið uppaftur størri. Men í 2. hálvleiki tóktist tað sum um toftamenn hugsaðu um altjóða uppgávuna, sum er á skránni leygardagin. Tveir av spælarunum við størstu altjóða royndunum, Jan C. Dam og Øssur Hansen, fóru av vøllinum, og tað fór veteranurin, Jan Petersen, eisini.
Seinna umfarið endaði 1?1. Heimaliðið, sum hevði ásannað, at teir ongan møguleika høvdu at fáa stig, royndi at binda um sum frægast, og tað megnaðu teir bara heilt væl. Serliga tá hugsað verður um, at teir síðstu 55 minuttirnar vóru undirmannaðir. Eftir 35 minuttir varð Birgir Joensen rikin av vøllinum fyri órutineraða hevnisøku ímóti Fróða Benjaminsen.
Málini
At tað í 1. hálvleiki var stórur munur á, hevði við sær, at nógv av spælinum gekk fyri seg á FSV hálvuni. B68 menninir vóru grammir, eftiransingarnar vóru tættar, og teir arbeiddu hvør fyri annan. Súni Fríði var leysur í brotsteiginum, tá hann longu eftir fimm minuttir setti hol á, og so gekk tað skjótt: Marcello var á plettinum í 13. minutti, og Fróði Benjaminsen skoraði í 17. og 30. minutti. Átta minuttir undan hvíldini skoraði Súni Fríði fyri aðru ferð.
Í 2. hálvleiki skoraðu toftamenn tvey mál. Marcello Marcellino var púra leysur, tá hann stútaði innlegg frá John Hera Dam í málið, og so var Fróði Benjaminsen upp á spæl fyri triðju ferð. Men hesa ferð snýtti hann sín egna málverja, tá hann rættaði skotroynd so mikið av, at málið varð skrásett sum sjálvmál.
Merkisvert var tað, at Kjartan Nesá hesa ferð vardi B68 málið. Kjartan, sum er 35 ára gamalur og er hjálparvenjari og málmansvenjari hjá B68, avloysti Magnus Poulsen, sum hevur onkrar smávegis trupulleikar við beinunum.
Á botn at venda
Tað hevur ikki verið nevnt her í blaðnum, men nú eru tað tvær vikur síðani, at Dimmalætting visti at siga, at litaviski venjarin hjá FS Vágum var farin av landinum. Albert Ellefsen og Jonhard Joensen hava yvirtikið FSV liðið, og har tykist nógv vera at rætta uppá.
Í fyrsta umfari ræður um at venda hugburðinum og harvið ússaligu úrtøkuni. Teir hava sett ungar kreftir úr Vágunum við, og so má bera ella bresta. Tað ræður um at finna botnin, fóta sær og arbeiða har frá. Jack Johansen og Sonni Johansen eru við aftur, og aðrir ungir menn verða eisini hildnir til. Tvey umfør eru eftir til summarsteðgin. Hann verður kærkomin.
Onkra ferðina hava teir í Vágum hildið ov nógv frí og vant ov lítið í summarsteðginum. Hesa ferð verður neyðugt at venja nógv. Øll vón um at sleppa undan beinleiðis niðurflyting er ikki úti, men nú skal botnurin skjótt finnast, um hugsningur skal vera um at sleppa undan fullkomnu eyðmýkingini.
FS Vágar?B68 1?6 (0?5)
0?1:
Súni Fríði Johannesen 5.
0?2:
Marcello Marcellino 13.
0?3:
Fróði Benjaminsen 17.
0?4:
Fróði Benjaminsen 30.
0?5:
Súni Fríði Johannesen 37.
0?6:
Marcello Marcellino 64.
1?6:
sjálvmál 81.
Reytt kort:
Birgir Joensen, FS Vágar, 35.
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Jack Johansen (Petur Nielsen, 64.), Rúni Kruse (Ingi S. Joensen, 87.), Ruslan Screlea, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Tór?Ingar Akselsen, Poul Kjartan Thomsen (Kaj á Stongunum, 46.), Birgir Joensen, Sonni Johansen
B68: Kjartan Nesá ? Jan Petersen (Mortan Hansen, 66.), Hans Fróði Hansen, Jan C. Dam (Marlon Jorge, 51.), Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen (Messias Perreira, 58.), John Heri Dam ? Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen