Aftur eitt fram

Føroyar fluttu seg enn eitt stig upp á styrkislistanum hjá FIFA í desember, og við árslok eru Føroyar fýra pláss hægri enn við ársbyrjan

Fótbóltur
Eins og vanligt, so hevur altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, latið ein styrkislista gera í desember mánaði, og fyri Føroyingar má sigast, at hetta er so hampuliga hugnaligur lesnaður.
            Føroyska landsliðið hevur í ár havt sítt besta landsliðsár yvirhøvur, og hetta hevur eisini speglað seg aftur á listanum, har vit nú eru á einum 113. plássi. Tað eru fýra pláss høgri, enn vit vóru á við ársbyrjan.
            Og skal hyggjast at stigatalvuni, so eru útlitini heldur ikki eingi, fyri at Føroyar kunnu flyta seg enn longur upp. Saman við Aserbadjan og Tahiti hava Føroyar 383 stig, og tað er stutt upp til tey bæði næstu loindini, sum eru St. Lucia og Moldova. Hvørt tað so fer at eydnast at taka hesi í komandi ári, fer tíðin so at vísa.
            Annars sýnir oddurin á listanum fyri tað mesta at avspegla tað, sum gekk fyri seg í HM-kappingini í summar. Brasil gjørdist heimsmeistari, og tók við hesum oddasessin frá Fraklandi. Eisini Spania, Týskland, Turkaland og USA hava gjørt hampulig lop á listanum, meðan tað hinvegin gekst illa hjá Argentina, sum fall av øðrum niður á fimta pláss. Holland er annars einasta land í top-10, sum ikki tók lut í HM-kappingini í summar.
            Av norðanlondum vóru tað avgjørt danir, sum stóðu seg best. Danmark hevði hampuliga góð úrslit í HM, og hetta varð lønt soleiðis, at teir gingu fimm pláss fram í árinum, meðan norðmenn og serliga sviar gingu aftur í árinum. Finnland hevði hinvegin eina framgongd, meðan Ísland fall seks poláss á listanum.
            At enda skal nevnast, at heitið sum ársins hæddaleypari fekk Senegal. Fyri fyrstu ferð nakran tíð tóku teir lut í einum HM-endaspæli, og serstakliga grundað á góðu úrslitini í hesari, tók landið seg fram frá 65. til 38. pláss.
            Niðanfyri verður partur av listanum endurgivin. Tølini í klombrum sýna, hvørja styrkismeting liðini høvdu við ársbyrjan.
 1 (3)     Brasil
2 (1)      Frakland
3 (7)     Spania
4 (12)   Týskland
5 (2)     Argentina
6 (8)     Holland
7 (10)   Ongland
8 (9)     Mexico
9 (23)   Turkaland
10 (24) USA
12 (17) Danmark
24 (16) Svøríki
26 (25) Noreg
43 (46) Finnland
58 (52) Ísland113 (117)  Føroyar