Heldur ikki á hesum sinni helt tíðarætlanin fyri, nær Ternan verður liðugt umvæld, so at hon kann taka siglingna ímillum Havnina og Nólsoy upp aftur. Ternan fór á beding til umvælingar tann 20. oktober og fyrst varð sagt, at hon skuldi verða klár at seta í sigling aftur til jólar. Men síðani vísti tað seg, at arbeiðið er nógv meiri umfatandi enn væntað, so tann tíðarætlanin helt ikki – verri enn so.
Tað hevur endurtikið seg fleiri ferðir og herfyri varð so upplýst í Løgtinginum, at Ternan fór at vera liðug nú, um hálvan apríl. Men Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, má enn einaferð staðfesta, at tíðarætlanin helt ikki.
– Tað seinasta, eg havi fingið at vita frá Klaksvíkar Skipasmiðju, er, at Ternan verður liðug í viku 17, sum er síðst í hesum mánaðinum, sigur hann. Men nú veit eg rætt og slætt ikki, hvat eg skal vænta, leggur hann afturat.
Og tað er eitt vónbrot fyri Nólsoyingar, sum hava bíðað eftir Ternuni í eitt hálvt ár nú. Alt stálið í botninum er skift og tað var eitt arbeiðið, sum eftirlitið kravdi, tí varð tað ikki gjørt nú, varð Ternan løgd.
Tá ið Ternan er komin aftur í sigling, verður hon sett aftur í nólsoyarsiglingina. Men tað verður bara í einar 14 dagar, so mugu nólsoyingar av aftur við hana, tí so skal Teistin á beding og so skal Ternan í sigling ímillum Gomlurætt og Skopun. Teistin skal vera á beding í tríggjar, fýra vikur, men tá ið hann er liðugur, skal Sam á beding og so skal Ternan norður av avloysa hann. Jóan Petur Abrahamsen væntar, at Sam verður á beding allan juli mánað. Rakstrarleiðarin sigur, at tað er av Ternan tekur bæði fólk og tungan farm, so tað er av praktiskum orsøkum, at hon fer í sigling fyri Sam. Men niðurstøðan er, at tað verður ikki fyrr enn í august, at nólsoyingar fáa Ternuna aftur - og varðveita hana á rutuni.
Annars sær ætlanin hjá Strandferðsluni soleiðis út, at í oktober skal Sildberin á beding, men tá er Jósup tøkur at seta í sigling ímillum Sandoynna og Skúgvoy. Hinvegin skal Smyril ikki aftur í dokk fyrr enn í september næsta ár, sigur Jóan Petur Abrahamsen.