Aftur í eldin

Um fáar dagar møtast kyndlarnir aftur við eldstaðin. Ikki tí eldurin varð sløktur, men tí kyndlarnir hava lýst aðrastaðni eina tíð. Møguleikin at kynda stórt bál, sum framhaldandi skal vísa komandi ættarliðum gøtuna, er vísur. Men hvussu leggja vit vísiliga afturat, so eldurin heldur á at lýsa.

Læra alt lívið
Um vit flyta myndina av eldstaðnum yvir á fólkaskúlan, so er spurningurin aftur í ár, hvussu vit menna hesa skipan, sum hevur so stóran týdning fyri okkum øll – ella hevur hon tað? Tí ein skipan, í sjálvum sær, er deyð. Tað eru sjálvsagt tey, sum eru partur av skipanini, sum skulu halda eldinum brennandi.

Tí ikki bara innan skipanina er møguleiki fyri læru. Í skúlanum er læran definerað, men lívið vísir okkum, at menniskju læra alla tíðina. Rithøvundurin og professarin Knud Illeris sigur nakað soleiðis: “Menniskjað er dømt til læru. Vit hava so nógvar møguleikar at læra, at vit sjálvandi ikki kunnu læra alt, men skulu tí læra mekanismuna at skipa læru. Hetta er førleiki at duga at brúka læruna í ókendum støðum. Er okkurt nýtt ella øðrvísi, so hava vit møguleika at læra tað.” Spurningurin er tá, hvussu vit ogna okkum tað nýggja.” Og síðani skulu vit læra at knýta tað vit læra, saman við tí, vit longu hava lært.

Lívið við eldstaðin
Møguliga hevur eingin dugað eins og Astrid Lindgren at fanga áhugan og hugflogið hjá børnum. Handan leikandi søgurnar er eisini lívsvísdómur, sum sigur okkum, hvat og hvussu tað er at vera menniskja. Sum um Astrid sjálv hevði gjørt neyvar kanningarnar, so vísa søgurnar nevniliga, at børn læra lættast, um tað ikki er av tvingsli, men heldur, um tey finna motivatiónina.

Hetta er júst tað Ronja Ronsmansdóttir, í stóru borgini hjá Mattasi, ger: “Og steinsalurin var ikki tað ringasta staðið hjá einum barni. Ógvuliga hugnaligt kundi vera har, og nógv kundi ein læra seg. Ronju dámdi væl, tá ið ránsmenninir sótu og sungu framman fyri eldin um kvøldarnar. Hon sat tigandi undir borðinum og lurtaði, til hon dugdi allar ránsmannavísurnar. Síðani tók hon undir við teimum við klárari rødd, og Mattas frøddist yvir sítt makaleysa barn, sum sang so vakurt.”
Verður bálið brennandi?
Uppgávuna at leggja afturat bálinum, so persónliga motivatiónin sleppur at lata sinnið upp, eiga vit øll.

Johannes Møllehave hevur sagt nakað soleiðis: “Tað eru nógvir vegir til menniskju. Sum ungur prestur royndi eg altíð at tosa til vit og skil. Í dag veit eg, at eg skal tosa til hjartað. Um eg skal siga nakað sum helst, eru tað kenslurnar, sum talast skal til. Sagt øðrvísi, so er tað at okkurt kemur frá einum hjarta til eitt annað hjarta. Tað, sum hevur størstan týdningin má jú vera at vera elskaður.” Hetta er óivað júst fyritreytin, um bálið skal brenna. At hjørtuni brenna fyri uppgávuni.

Saman leggja vit afturat
Møguleikin at kynda stórt bál, sum framhaldandi skal lýsa komandi ættarliðum, er vísur. Men hvussu tryggja vit, at eldurin heldur á at lýsa?

Svarini eru óivað mong, men um fyritreytirnar í fyrireiking og vilja eru ov fjarar, verður bálið neyvan stórt. Latið okkum øll standa saman um at leggja afturat, so fólkaskúlin veruliga gerst ein eldstaður, har fólk fylkjast og vera hitað - og har eldurin brennur.