Nýggj hagtøl vísa, at tað komu 227.000 nýggj arbeiðspláss í USA í februar. Tað var heldur meiri, enn greinarar høvdu væntað. Teir mettu, at 210.000 arbeiðspláss vóru komin afturat í síðsta mánað.
Henrik Drusebjerg, greinari hjá Nordea-bankanum, sigur við danska kringvarpið, at tað nýggja talið er týdningarmikið, tí tað vísir, at amerikonsku fyritøkurnar hava álit á framtíðini, og at tær tora at gera íløgur og at seta fólk í arbeiði.
Henrik Drusebjerg sigur, at hóast tølini eru galdandi fyri arbeiðsmarknaðin í USA, hava tey stóran týdning fyri Evropa, tí USA er heimsins størsti og týdningarmesti búskapur.