Flogbóltur
Eftir ein jólasteðg við øllum tí sum hartil hoyrir er tað nú gerandisdagur aftur í flogbóltskappingini, og frá nú av og fram til seinastu dystirnar 9. mars verður flogbóltur hvørt vikuskifti og onkuntíð eisini mitt í viku.
Stigini hjá øllum liðunum eru býtt í helvt, og frá nú av ræður tað um at verða støðugur. Bara ein taptur dystur kann kosta dýrt.
Mjølnir-kappingin síðsta vikuskifti var byrjanin til seinnu helvt av kappingarárinum, og í dag byrjar so landskappingin eisini aftur.
Dráttur skal reisa seg
Í kvinnudeildini skulu tríggir dystir spælast, og øll liðini í kappingini uttan oddaliðið TB skulu á vøllin. Tveir dystir verða í dag, og í morgin verður so tann triði dysturin, og við tað at TB ikki spælir, fer munurin í toppinum at minka.
Eftir at Fleyr-kvinnurnar hava ligið niðast so at siga alla tíðina frá tí kappingin byrjaði, megnaðu tær í síðsta dystinum áðrenn jól at koppa ÍF og harvið troka seg framum kvinnurnar úr Fuglafirði, sum nú eru aftast. Í dag fær Fleyr vitjan av Drátti, sum var nær við at vinna Mjølnir-kappingina, og sum enn er føroyameistari. Um Drátturkvinnurnar eru komnar yvir vónbrotið í Klaksvík síðsta sunnudag, eiga tær at vera nóg sterkar at vinna móti Fleyr.
Men tá liðini hittust í Havn í grundspælinum, vann Fleyr heldur óvæntað 3-2, so her er einki avgjørt frammanundan.
Tað er tað heldur ikki í Klaksvík, har Mjølnir tekur ímóti ÍF, men hevur Mjølnir ein góðan dag, eiga tær at kunna gera av við ÍF, sum er farið bóltandi niður eftir stigatalvuni í seinastuni. Mjølnirkvinnurnar hava eisini nakað at hevna, tí í grundspælinum vann ÍF 3-2 í Klaksvík.
Í morgin møtast so Dráttur og Mjølnir á Giljanesi. Um Mjølnir vinnur móti ÍF leygardagin, kunnu tær við einum sigri í Vágunum koma upp á sama stigatal sum TB, men hinvegin kann Dráttur eisini við tveimum sigrum hetta vikuskifti minka munin upp til TB úr fimm niður í eitt stig. So tað stendur nógv uppá spæl.
Og dysturin í grundspælinum millum Fleyr og ÍF, ið fekk eitt so drúgt eftirspæl, sum endaði við, at dysturin skuldi spælast umaftur, verður nú loksins avgreiddur. Tað hendir í Gundadalshøllini í morgin klokkan 13.00. Her er í roynd og veru bara eitt stig at spæla um, men so jøvn sum støðan í botninum er í løtuni, kann hetta eina stigið eisini fáa stóran týdning, tá roknað verður saman eftir lokna kapping.
Lagnudystur í Havn?
Eisini hjá monnunum er nógv at spæla um, og higartil hevur kappingin lagað seg soleiðis, at tað er sera torført at spáa um, hvussu leikur fer at fara frá nú av. Fram byrjaði kappingina væl, men hjá teimum hevur gingið striltið í seinastuni, og tí er SÍ nú fremsti favorittur til FM-heitið. Men tað er langt eftir á mál, og teir kunnu fáa tað strævið í dag í Havn móti Fleyr, sum hevur ryggin móti múrinum. Góða gongdin móti endanum av grundspælinum fekk ein bráðan enda, tá havnarmenninir taptu móti botnliðnum ÍF í fyrsta dystinum av endaspælinum. Tað kom dátt við, og um SÍ vinnur í dag, eru teir longu fimm stig frammanfyri Fleyr, og tað er nógv - so nógv at hetta kann gerast lagnudysturin hjá havnarliðnum.
Í Klaksvík møtast Mjølnir og ÍF, og eins og við dystinum í Havn sær hetta út til at vera ein uppgerð, sum kann fara báðar vegir. Talan er um tvey tey niðastu liðini í deildini, og við einum sigri kann ÍF fyri fyrstu ferð í hesi kappingini koma av botnplássinum. Eitt tap fer hinvegin at gera teir enn meira einsamallar í botninum, meðan Mjølnir so samstundis nærkast hinum liðunum. ÍF hevur júst vunnið Mjølnir-kappingina og harvið tryggjað sær pláss í steypafinaluni. Spurningurin er so, um teir - ótilvitað - eru nøgdir við tað, ella um teir ætla sær at gera enn ein vørr í landskappingini.
Eins og hjá kvinnunum hittast so vágaliðið og klaksvíksliðið í Vágunum sunnudagin. SÍ tekur ímóti Mjølni, og á pappírinum líkist tað einum sigri til SÍ. Men úrslitini dagin fyri kunnu hava gjørt onkrar rættingar á tað pappírið...
Tey sum hava hug at hyggja at flogbólti mitt í viku eisini, fáa nú møguleikan, tí hóskvøldið verður grannauppgerð millum Fram og Fleyr. Fyri Fram verður hetta ein ógvuliga týdningarmikil dystur, og tað kann tað eisini gerast fyri Fleyr - tað veldst um úrslitið hjá teimum móti SÍ í dag.