Aftur hátíðarhald á Reyða Torginum í Vesmanna

Eitt fyrrverandi fakfelagsfólk og eitt núverandi fakfelagsfólk, halda røðu

Sunnudagin, ella 1. Mai, er altjóða arbeiðaradagur, og aftur í ár verður tað hátíðarhildið í Vestmanna. Har verður hátíðarhald á Reyða Torginum,16 og har fara Ingeborg Vinther, fyrrverandi forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, at halda røðu.

 

Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala og Tjóðsangin. Eftir fundin verður ein drekkamunnur í felagshúsinum hjá Vestmanna Arbeiðarafelag. Tey, sum skipa fyri, eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.