Aftur í nátt var ein jarðskjálvti við Queen Charlotte-oyggjarnar úti fyri kanadisku vesturstrondini. Sambært jarðfrøðistovninum var hann 6,3 á Richterstiganum.
Sum skilst var miðdepilin í skjálvtanum á somu leið sum miðdepilin í tí harða jarðskjálvtanum, sum var gjáranáttina. Hann var 7,7 á Richterstiganum og elvdi til nakrar smáar flóðaldur, sum komu til Hawaii nakrar tímar seinni, men sum ikki gjørdu nakran skaða.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at har hava skjálvtarnir ikki gjørt nakran skaða.