Líkindini eru av teimum fagrastu, nú tað er FM kappróður á sundalagsstevnu í Hvalvík. Í gjár vóru líkindini so vánalig, at tað bar ikki til at rógva kapp, so líkindini eru heilt øðrvísi í dag, enn tey vóru ígjár.
Gentumanningar og kvinnumanningar úr Fuglafirði hava nógvu tey undanfarnu árini staðið seg rættiliga væl. Í ár varð ikki roknað við so nógvum, tí sigursvandu manningarnar luttaka ikki í ár.
Í nýggju gentukappingini – fyri gentur 14 – 16 ár – luttekur Malunarhav úr Fuglafirði, og í dag vann Malunarhav. Kjósin úr Kollafirði hevur vunnið tveir fyrstu tvær kappingarnar, men á sundalagsstevnu var Malunarhav greitt fyrst á mál. Tað vóru meiri enn fýra sekund frá Kjósini og fram til Malunarhav, sum var gott og væl leys á málinum.
-
1 | Malunarhav (ÍF) | 05:49.39 |
2 | Kjósin (KÍF) | 05:54.09 |
3 | Drekin (HR) | 05:55.46 |
4 | Ingibjørg (HR) | 05:56.35 |
5 | Spógvin (NSÍ) | 05:59.29 |
6 | Títlingur (HR) | 06:01.30 |
7 | Beinta (MR) | 06:24.24 |
stavnur.fo