Aftur mál í yvir­tíðini

Annað vikuskifti á rað skoraðu argjamenn í yvirtíðini. Hesa ferð tryggjaði Morten Overgaard AB øll trý stigini í dystinum móti TB við stútara í evstu løtu

AB - TB 2-1 (1-0)

Tróndur Arge – Argir

Tað ber til. Tað halda argja­menn í hvørtfall. Hóast teir aftaná 11 umfør bara høvdu tvey stig, so er luft komið í bjargingarbátin, sum nú flýtur betri enn bjarg­ingar­báturin hjá 07 Vestur. Við tveimum sigrum og einum javnleiki hevur AB klatrað upp á níggjunda pláss við níggju stigum. Frástøðan til bjargingina er eisini minkað úr 11 stigum niður í sjey stig.
Tað er framvegis langt á mál, men í seinasta dystinum fyri summarsteðgin fær AB vitjan av NSÍ. Eydnast tað aftur AB at vinna, so verður aftur spenningur um niður­flytingina.

Perlufríspark
Argjamenn vóru uttan lið­skip­aran Jónas Stenberg, sum sat uttanfyri fyri leik­banni. Í hansara stað kom Leivur Holm Joensen, meðan Rói Danielsen kom inn í mið­verjuna. Hetta riggaði bara væl.
Poul Ingason og Ragnar Tausen sóu út til at vilja bjóða AB av. Einar tvær ferðir kom Poul Ingason í góðar støður eftir uppspæl frá millum annað Rangnari Tausen.
Í hinum endanum varð Sorin Anghel feldur, tá hann hegnisliga sneiddi framvið Babacar Ndiour. Stutt uttan­fyri brotsteigin sendi Dion Splidt frísparkið so beint upp í málhornið til 1-0. Ein perla av einum frísparki. Bæði Rógvi Poulsen og Sorin Anghel høvdu royndir á mál, meðan Nicky Diverdics fekk helst størsta møguleikan í dyst­inum, tá hann brádliga stóð púra leysur inni í fimm metrinum og stútaði. Onkurs­vegna stútaði hann á Símun Rógva, sum illa nokk megnaði at blinka áðrenn hann bjargaði. 1-0 í hálv­leikinum.

Reytt kort og mál
Stutt fyri hálvleik rendi Poul Ingason saman við AB spælara og fekk sjónliga ilt í lærið. Tá hann kom út til seinna hálvleik var øllum greitt, at hann fekk ikki hildið fram og í hansara stað kom Aron Sørensen.
Aron hevði verið á vøll­inum í tíggju minuttir, tá hann bleiv feldur við beinari leið móti málinum. Dómarin valdi at geva Leivi Holm Joensen reyða kortið og tað var eisini at síggja til í ordan. Verri gjørdist støðan fyri argjamenn, tá Babacar Ndiour sendi frísparkið bein­leiðis í málið til 1-1.
Nú skuldi ein trú, at TB setti seg á dystin og fór at trýsta fyri at vinna, men eins og í Klaksvík fyri viku síðan, so spældi AB næstan betri við tíggju monnum.

Morten avgerð
Seinasti hálvi tímin var undir­haldandi, tí bæði liðini spældu fyri at vinna. AB skifti út, so Bjartur Kjærbo kom á vøllin, meðan TB um­skipaði seg við Babacar Ndiour sum fremsta manni. Helst mundi AB eiga tveir teir størstu málmøguleikarnar at koma á odda, tá fyrst Bjartur Kjærbo úr góðari støðu skjeyt uppum, og í aðru altøgu, tá Rói Danielsen stut­aði á stongina.
Avgerandi løtan kom lang inni í yvirtíðini, tá Rógvi Poulsen sendi hornaspark inn­fyri. Morten Overgaard, besti spælarin á vøllinum saman við Dion Splidt, setti høvdið á bóltin og stútaði hann í málið til 2-1.
Gleðin var at fáa eyga á. Í næstan alt ár hevur tað koppað til fyrimuns fyri mót­støðuliðið hjá AB, men tríggjar dystir upp í slag hevur AB nú fingið stig, og tveir dystir upp í slag hevur AB skorað í yvirtíðini.
Bjargingarbáturin hjá argja­monnum er flotaður, nú er spurningurin um teir klára at fáa nokk av luft í bátin?