Aftur í kvøld hevur ólag verið á gjaldskortsskipanini og sjálvtøkum í Føroyum. Hetta hevur verið ein afturvendandi trupulleiki seinastu vikurnar. Hvørki gjaldskort ella sjálvtøkur virka, og tí mugu nógvir kundar gera sum í gomlum døgum, og leita sær í bankan at taka pengar út, um teir skulu keypa eitt hvørt.
Í kvøld rakar trupulleikin serliga Mastercard debit, men onnur kvøld hava eisini onnur sløg av kortum verið rakt.
Eik Banki boðar í kvøld frá, at SDC arbeiðir við at loysa trupulleikan sum skjótast.
Við tað, at hetta er ein trupulleiki, sum hendir javnan, munnu bestu ráðini vera, altíð at hava nakað av reiðum peningi tøkum.