Formel 1
Veðurtíðindini á f1.com siga, at regn er sannlíkt, tá formel 1 koyringin verður í Sao Paolo hetta vikuskiftið. Hetta kann geva eitt sindur av eyka spenningi. Men tey flestu vænta, at sunnukvøldið okkara tíð eitur yngsti formel 1 heimsmeistarin nakrantíð Fernando Alonso.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kappingin er teoretisk
Ungi spaniumaðurin er 25 stig frammanfyri finska kappingarneytan Kimi Räikkönen, og í løtuni eru einans tríggjar koyringar eftir. Mestu stig ein koyrari kann fáa í eini koyring eru 10. Um Räikkönen ikki far 5 stig fleiri enn Alonso, kunnu teir ikki enda ájavnt í stigum, og Alonso er sostatt meistari.
Møguleikin hjá Räikkönen at vinna meistaraheitið er longu teoretiskur. Fyri at tað skal eydnast, skal tað gangast sera illa hjá Alonso í øllum 3 koyringunum. Hetta er ikki sannlíkt. Hyggja vit burtur frá koyringini í USA, tá bæði allir Michelin koyrararnir valdu ikki at koyra, so eru bert tvær koyringar har Alonso ikki er endaður í stigunum. Hetta ber vitnisburð um ein sera stabilan bil og ein sera stabilan koyrara.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggjur Aeoro dynamikkur
Renault koyrararnir Fernando Alonso og Giancarlo Fisichella, kunnu tó ikki kenna seg heilt tryggar. Kappingin um meistaraheitið fyri lið er sera tøtt. Renault liggur nú einans 5 stig framman fyri McLaren-Mercedes. Munurin í hesi kapping er alsamt minkaður seinastu nógvu koyringarnar, tí eingin ivi er um, at McLaren hava betra bilin í løtuni. Men nú svarar Renault aftur við stórum aerodynamiskum broytingum. Hetta átti at minkað um munin millum liðini, og hetta kann gerast avgerandi í kappingini um meistaraheitið fyri lið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggj dekk til Ferrari
Dekkini hjá Bridgestone hava fingið nógvar ábreiðslur í ár, og gitingar hava verið frammi um, at dekkini hjá Bridgestone eru eitt sekund seinni pr. umfar, enn tey hjá Michelin. Hetta sigst at vera ein av høvuðsorsøkunum til ringa árið hjá Ferrari. Um hetta er so ella ikki, tað er bert gitingar. Hvussu er og ikki, so hevur Bridgestone sambært f1.com nýggj dekk við til koyringina hetta vikuskiftið.
Bridgestone liðini Jordan og Minardi kappast bert við hvørt annað, og áttu dekkini ikki at broytt nakað í hesi kapping. Tað triðja Bridgestone liðið er Ferrari, men teir hava verið so langt aftan fyri seinastu koyringarnar, at tað er ivasamt um dekkini fara at gera tann heilt stóra munin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Regnið kann gerast avgerandi
Juan Pablo Montoya vann á hesi breytini í fjør. Í ár kemur hann til Brasilia í besta bilinum í løtuni. Tætt við heimlandi Kolumbia er hugurin at vinna sera stórur, familja og vinir koma at hyggja. Räikkönen er í sama bili, og kravið til hansara er ein sigur. Hetta eru teir báðir mest sannlíku vinnararnir, teir vístu á vátu breytini á Spa, at McLaren er líka sannførandi í regnið sum í turrum veðri. Men óhappið hjá Montoya og Pizzonia vísti, at regnið altíð kann gerast avgerandi.