Um vikuskiftið gav Ray Nagin, borgarstjóri, fólki loyvi at flyta aftur til summar býarpartar í New Orleans, men nú heitir hann staðiliga á fólk um at verða verandi, har tey eru. Og tey, sum eru í býnum, skulu fara haðani alt fyri eitt.
Orsøkin er tann tropiska ódnin "Rita". Teir seinastu dagarnar hevur hon ment seg úti í Atlantshavinum, og veðurmenninir siga, at hon helst fer at versna munandi, tá hon fær megi úr tí heita sjónum í Meksikanska Flógvanum. "Rita" er ikki so ógvuslig sum "Katrina", ið herjaði New Orleans og økið har um vegir tann 29. august, men hon kann kortini gera stóran skaða, tá hon kemur inn yvir land. Amerikonsku veðurmenninir siga, at "Rita" ber fyrst við Florida, og at hon síðani fer at halda leiðina fram vestureftir. Sambært veðurmonnunum kann vindferðin koma upp í einar 60 metrar um sekundið. Tí er vandi fyri, at oljuútbúnaðurin í flógvan-um kann fáa skaða, og tað hevur longu ávirkað oljuprísin, skrivar Reuters.
Longu sunnukvøldið lýsti Jeb Bush, guvernørur, statin Florida í undantaksstøðu, og umleið 40.000 fólk har suðuri í statinum fingu boð um at fara heiman. Jeb Bush ætlar ikki, at tað, sum hendi í New Orleans, skal endurtaka seg í Florida, og hann hevur tí hótt við at biðja tjóðarhirðina flyta tey burtur, sum ikki fara við góðum.
Ray Nagin, borgarstjóri í New Orleans, segði í gjár, at býurin er als ikki fyrireikaður til eina ódn afturat, skuldi "Rita" komið tann vegin. Pumpustøðirnar virka ikki nóg væl enn, og byrgingarnar kring býin eru heldur ikki liðugt umvældar.