Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding høvdu í kvøld dyst á heimavølli móti botnliðnum, Selfossi í Mosfellsbær í kvøld.
Afturelding vóru stórir favorittar undan dystinum, men teir megnaðu ikki at liva upp til favorittleiklutin. Selfoss vann ein rættiliga óvæntaðan 29-28 sigur á Afturelding. Í steðginum var Afturelding á odda 17-14. Men í seinna hálvleiki gekk illa í hond.
Sveinur skoraði trý mál í dystinum.
Afturelding er næstfremst í deildini við 15 stigum. Haukar eru fremst við 18 stigum.
Komandi hóskvøld klokkan 19.30 eru tað júst Haukar, ið koma á vitjan hjá Afturelding.











