Afturhaldið kennir onki afturhald

Edmund Joensen hevur nú sett sær fyri at royna at steðga okkum at taka ræðið á tí føroyska loftrúminum. Sama søga sum við øllum øðrum framburði her á landi. Men tá málið er vunnið, fer sjálvt afturhaldið at taka sær heiðurin av tí

Høgni Hoydal
----

Í farnu viku viðgjørdi Løgtingið tvey uppskot frá ávíkavist Tjóðveldi og Framsókn um at taka ræðið á føroyska loftrúminum. Við nøkrum broytingum var eitt uppskot til samtyktar einmælt samtykt, har farast kann undir útgreinginar og møguligar samráðingar.

Tjóðveldi hevur áður lagt uppskot fram um hetta, men tá hevur tað verið felt. Og tað er m.a. orsakað av tí afturhaldshugburði, ið Edmund Joensen, fólkatingsmaður, nú roynir at halda á lívi.

Hann roynir at billa føroyingum inn, at talan er um at ganga ímóti altjóða ráki – og at vit ikki eru før fyri at umsita okkara egna loftrúm.

Edmund Joensen heldur uppá, at ES-lond eru í ferð við at geva ræðið á loftrúminum frá sær, til frama fyri felags evropeiskt loftrúm. Hetta er ósatt og villleiðandi. Bæði í Evropa og aðrastaðni verur roynt at samstarva millum lond um fyrisiting av loftrúminum. Men onki felags evropeiskt loftrúm er á skránni. Fortreytin fyri at taka lut í altjóða samstarvinum er júst: At hava politiskt og fyrisitingarligt ræðið á egnum loftrúmi. Eins og tú mást vera myndugur fyri at gera avtalur við onnur vaksin fólk.

Men hetta er sama søgan, sum stríðið fyri føroyskum máli, flaggi, vegi, havnum, fiskimarki, skúlum, fróðskaparsetri, fiskimarki, flogfelagi, mentanarstovnum, ítróttarluttøku o.s.fr. Eitt ógvusligt afturhald, sum arbeiðir beint ímóti øllum tjóðskaparligum, mentanarligum, sosialum og vinnuligum framburði. Eitt afturhald, sum ongantíð hevur havt nakað politiskt mál, sum vit í dag kunnu siga, at vit eru fegin og errin um – og sum hava ment og bygt landið.

Føroyska loftrúmið – bara fyrimunir
Tað er sligið rimmarfast undir nevndarviðgerðini, at sera stórir menningarmøguleikar eru fyri føroyska samfelagið, føroyska vinnu, føroyskar førleikar og fyri altjóða samstarv, við at taka loftrúmið undir føroyskt løgræði og fyrisiting.

Bæði umboðini fyri Atlantsflog, Vága Floghavn og Flogskiparafelag Føroya hava – saman við væl greinaðum og skjalfestum upplýsingum frá Janusi Rein, varalimi í uttanlandsnevndini – hava víst greitt á: At týðandi møguleikar eru fyri at menna føroyska flogvinnu, arbeiðspláss, íløgur og hátøkniligt tænastuvirksemi við føroyskari ábyrgd og fyrisiting av loftrúminum.

Veðurtænasta, bjarging og trygd
Til dømis vil beinanvegin verða gjørligt at fíggja eina nógv bøtta og økta føroyska veðurtænastu og at fíggja eina nógv útbýgda SAR-tænastu (Search and Rescue). Har Føroyar sum miðdepil í Norðuratlantshavi kunnu byggja nógv hálønt arbeiðspláss og styrkja nýggjar førleikar, útbyggja bjargingartænastu, trylutænastu og fíggja útbúnað og rakstur av hesum á bæði sjógvi og landi. Hetta kann gerast týðandi liður í teimum tænastum, sum Føroyar kunnu bjóða og fáa inntøkur av, nú bæði skipaferðsla, flogferðsla og leitingarvirksemi økist í stórum í Norðuratlantshavi og Arktis.

Eftirlit, arbeiðspláss og íløgur
Hartil fer at bera til at útbyggja sjálvt eftirlitsvirksemið og tænasturnar til flogferðsluna um okkara leiðir, ið við útbúnum fólki, tøkniligari útgerð og øðrum íløgum, kunnu menna føroyska flogvinnu sum eina enn meira týðandi vinnu.

Hesar uppgávur viðvíkjandi føroyska loftrúminum hevur Danmark í dag lagt partvíst til Íslands at røkja, meðan danskir myndugleikar fyrisita eftirlitið við loftrúminum undir eina ávísa hædd. Rakstur og íløgur verða fíggjaðar við avgjøldum, ið flogførini lata, alt eftir stødd, vekt og slagi.

Við at samtykkja lógina um at taka føroyska loftrúmið undir føroyskt løgræði og fyrisiting, verða allir møguleikar tøkir beinanvegin at fara undir at byggja føroysku tænasturnar og førleikarnar upp.

Sum at taka fiskimarkið
Lógaruppskotið ásetur, at Føroyar í fyrsta umfari gerast sáttmálaparturin í teimum galdandi avtalunum um føroyska loftrúmið – og út frá hesum kann farast undir at samráðast við Ísland og danskar myndugleikar um at taka við uppgávunum, sum tey í dag røkja og fáa allar inntøkurnar, íløgurnar og arbeiðsplássini av. Talan kann veru um millum 150 og 200 mió. kr. árliga, tá alt er útbygt.

At taka loftrúmið á føroyskar hendur fer at svara til, tá vit tóku ræðið á okkara egna 200-fjórðinga fiskimarki, og tá vit tóku ræðið á undirgrundini. Tað fer at skapa ótaldar inntøku- og menningarmøguleikar – og vansarnir eru ongir. Um vit skuldu ynskt at gjørt avtalur við til dømis íslendskar myndugleikar um at hava eftirlitið eina tíð frameftir ella ein part av eftirlitinum, so vilja vit tá gerast beinleiðis sáttmálaparturin við innliti í allar inntøkur og fyriskipanir.

Og tá ið vit hava framt tað, fer sjálvt afturhaldið at viðurkenna hetta sum grundarlag undir teimum frælsu Føroyum.