Hárið er gránað, kroppurin er tyngdur og og beinini viknað. Men teir líkjast sær sjálvum, har teir hugna sær á vøllinum á Eiðinum í Vági.
Fyri 14 árum síðani vunnu teir fyrsta og einasta FM heitið fyri Vágs Bóltfelag, og nú hittast teir aftur vesturi á eiðinum at minnast gamlar dagar.
Gamla FM liðið frá 2000 hjá VB hittust í gjár á vøllinum á Eiði og í dag taka teir kampin upp aftur, tá ið teir fara á vøllin í einum framvísingardysti ímóti øðrum fótbóltslegendum frá teirri tíðini, nevniliga teimum, sum mannaðu landsliðsliðið rundan um aldarskiftið. Dysturin verður beint eftir kappróðurin í dag. Á FM liðnum hjá VB vóru eisini fýra sera eyðsýndir útlendskir spælarar við og tað hevur eisini eydnast vágbingum at fáa teir allar fýra heim til hendan framvísingardystin
Talan er um teir fýra, Milan Kulic, Predrag Zivkovic, Krzysztof Popczynski, sum eisini var venjari, og Robert Cieslewicz Teir komu til Føroyar hósdagin og í gjár fóru teir á vøllin at spæla sær eitt sindur við bóltinum saman við gomlu liðfeløgunum.
Teir, sum fara at manna mótstøðuliðið hjá VB í sjálvum dystinum í dag, eru, fyri at nevna úr rúgvuni: Jan Dam, Rógvi Jacobsen, Kári Reynheim, Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Gunnar Mohr, Uni Arge, Allan Mørkøre, Mikkjal Thomasen, Suni Fríði barbá, Ingi Rasmussen og so eisini Pól Thorsteinsson, sum eisini er úr Vági.
Og samstundis er tað í hvussu so er greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen fer at standa í málinum annan hálvleikin.
Trýst her fyri at síggja fleiri myndir
Trýst her fyri at síggja fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið jóansøkan varð sett
|