KD Food ApS afturkallar Gestus Focaccia við kylling & urtum, 235 g við haldføri innan 26.09.2025. Orsøkin er at tað er váði fyri at breyðini - sum eru gjørd hjá einum undirveitara - eru dálkaði av skaðadjórum.
Hetta skrivar Heiulsufrøðiliga Starvsstovan.
Hvør er vøran?
Gestus Focaccia med Kylling & Urter, 235 g
Øll haldføri til og við 26.09.2025
EAN-strikukota: 5 701410400866
Hvar er vøran seld?
Vøran er seld í føroyskum handlum
Virkið, ið afturkallar
KD Foods ApS, Værkstedvej 6, 2500 Valby, Danmark
Orsøk til afturkalling
Tað eru funnin skaðadjór í breyðunum frá einum undirveitara. Hetta kann hava við sær at sjúkuelvandi bakteriur eru í vøruni
Ráð til borgaran
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum sum hava omanfyrinevndu vøru um at beina hana burtur ella lata hana inn aftur haðani hon er keypt.