Mánakvøldið fekk løgreglan fráboðan frá fronsku fregattini, sum hevur ligið á molinum í Havn seinastu dagarnar, at ein drona fleyg uppi yvir skipinum. Tað órógvaði, tí tað er ikki lov at flúgva við dronu uppi yvir hernaðarútgerð. Heldur ikki í Føroyum.
Franska skipið hevur útgerð at neutralisera dronur við, men teir valdu ikki at gera tað, men boðaðu løgregluni frá.
Manningin á fronsku fregattini sá ein mann í myrkum klæðum standa niðan fyri Landssjúrkahúsið, sum teir mettu vera dronuføraran.
Dronan fleyg í einar 20 minuttir kring um og uppi yvir skipinum og aðrastaðni í økinum eisini, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
– Hetta var mánakvøldið klokkan 19:25 og einar tveir tímar fram. Dronan fleyg í umleið 20 metra hædd yvir skipinum, sigur vakthavandi, sum tó leggur dent á, at tað er ikki illgruni um, at hendan hendingin hevur nakað við tað at gera, sum hendi á flogvøllinum í Keypmannahavn sama kvøldið við dronuflúgving, sum stongdi Kastrup Lufthavn.
– Vit hava heldur ikki mistanka um, at hetta skuldi verið tann heilt villa njósningin, men hetta dámdi teimum á fronsku fregattini sera illa, sigur hann.
Løgreglan vil tí fegin koma í samband við viðkomandi, sum førdi hesa dronuna.
Talan var um eina lítla dronu, og tað var helst orsøkin til, at teir á fronsku fregattini ikki valdu at taka dronuna niður. Tað kunnu teir gera, tí teir hava útgerð at jamma dronur við. Tað er útgerð, sum órógvar gps signalið, so førarin missir stýringina av dronuni, sum tá kann detta niður.
##med2##