Hákun og liðfelagarnir hava fullan pott í Champions League

Füchse Berlin vann góðan sigur á útivølli

Mynd: Füchse Berlin

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava ferðast um markið til Póllands fyri at spæla dyst í bólki A í Champions League móti Kielce.

 

Füchse Berlin vann dystin 37-32. Í fyrra hálvleiki gekk framúr væl hjá berlinarunum, ið vóru frammanfyri við sjey málum, 22-15. 

 

Hákun skoraði fimm mál upp á seks málmøguleikar, og tók sum vanligt nógv tøk í verjuni. Danski stórleikarin, Mathias Gidsel var toppskjútti við heili 13 málum.

 

Füchse Berlin er einsamalt oddalið í bólki A við seks stigum fyri tríggjar dystir. Teir eru einasta liðið í bólkinum við fullum stigatali.

 

Sunnudagin klokkan 17 skal Füchse Berlin aftur í eldin. Tá er heimadystur í bundesliguni móti Eisenach á skránni.

 

Mynd: Füchse Berlin